Í kvøld er stóra heiðurstiltakið: Ítróttafagnaðurin í Varpinum í Klaksvík.
Ársins ítróttaeldsálir eru Jórun Biskopstø og Jórun Frimannsdóttir Jacobsen. Tær tiltiknu "Jórun og Jórun" hjá KÍ.
Jórun og Jórun vóru glaðar og rørdar um væl uppiborna heiðurin. Jórun Frimannsdóttir segði, at hon hevði væntað, at Anna Dam fór við heiðrinum.
Hini sum vóru innstillaði til heiðurin vóru Andrias Sumberg, Suðuroyar Judo og Anna Dam frá H71.











