Italskur stórbýur raktur av jarðskjálvta

- Jarðskjálvtamiðdepilin var á fimm kilometra dýpi, vita italskir miðlar at siga

Italski stórbýurin Napoli er í dag raktur av jarðskjálvta.

 

Hetta er sambært italskum miðlum harðsti jarðskjálvti, sum er máldur í býnum í meira enn 40 ár.

 

Skjálvtin er máldur til 4,6 á richter-skalanum.

 

Sagt verður, at jarðskjálvtamiðdepilin var á fimm kilometra dýpi.

 

- Fyribils eru ongar fráboðanir um persónsskaðar, men tokferðslan er ávirkað, verður lagt aftrat.