Italskur fótbóltur er í morgun raktur av sorgarleiki. 31 ára gamli Davide Astori, sum er liðformaður hjá fótbóltsfelagnum Fiorentina, var funnin deyður í morgun.
Fiorentina skuldi í dag spæla í móti Udinese í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seria A, og Davide Astori og liðfelagarnir gistu á einum hotelli uttan fyri Udine upp undir dystin. Í morgun var Astori funnin deyður á kamari sínum. Einki verður enn sagt um deyðsorsøkina, men Fiorentina skrivar í einum boðum, at Astori eftir øllum at døma var vorðin brásjúkur.
Dysturin millum Udinese og Fiorentina er sum vera man avlýstur. Helst verður alt umfarið í Seriu A í dag avlýst.
Davide Astori hevur spælt úti við 300 dystir fyri feløg sum Cagliari, Roma og Fiorentina, og hann hevur spælt 14 landsdystir fyri Italia.
Fyri tveimum vikum síðani varð Astori pápi.









