Italskur dómari á Tórsvølli fríggjakvøldið

43 ára gamli Luca Banti hevur hampuliga nógvar altjóða royndir, sum fótbóltsdómari

Tað verður ein í altjóða høpi hampuliga væl royndur dómari úr Italia, sum skal døma HM-undankappingardystin millum Føroyar og Sveis á Tórsvølli, fríggjakvøldið klokkan 19.45.

 

43 ára gamli Luca Banti byrjaði at døma í italsku Seriu A í 2004, og hevur hann higartil dømt 192 dystir í bestu italsku fótbóltsdeildini. 

 

Luca Banti hevur dømt 28 dystir í Europa League undankappingini, og í Europa League bólkaspælinum og avgerandi umførunum. Luca Banti hevur enn ikki dømt í bólkaspælinum í Champions League, men hann hevur dømt seks undankappingardystir í Champions League kappingini.

 

Luca Banti hevur higartil dømt átta A-landsdystir. Hann hevur dømt fýra EM-undankappingardystir, tveir A-landsdystir og tveir venjingardystir. Størsta uppgávan hjá honum higartil var HM-undankappingardysturin á Stadé de France leikvøllinum í París, 7. oktober í fjør millum Frakland og Bulgaria. Ein dystur Frakland vann 4-1. Luca Banti gav einki kort í tí dystinum.

 

Í teimum seks EM og HM undankappingardystunum Luca Banti hevur dømt, hevur hann givið 14 gul kort, men einki seinna gula kortið, ella nakað beinleiðis reytt kort. Í 22 dystum í Europa League og Champions League hevur Luca Banti bara í tveimum førum givið tað seinna gula kortið. Í hesum 22 dystunum hevur hann ongantíð givið nakað beinleiðis reytt kort. 

 

Hetta boðar so frá, at Luca Banti ikki er ein dómari, sum stroyir rundan um seg við kortum. Italskt er tó eitt av teimum fýra almennu málunum í Sveis, og tí hava summir av sveisisku spælarunum kanska ein lítlan samskiftisfyrimun í so máta. Men samlað boða hagtølini hjá Luca Banti frá góðum.