Risastóra italska oljufelagið Eni/Agip hevur nú skrásett føroyska deild av felagnum og letur í hesum sambandi upp skrivstovu í Føroyum. Hetta hevur felagið avgjørt í sambandi við, at Føroyar í næsta mánað fara at lata upp fyri 1. útbjóðing til oljuleiting á landgrunninum.
Talan verður um eina deild av Agip, sum tó í fyrstu syftu ikki fer at seta fleiri fólk. Avgjørt er, at Ingi Højgaard, sum starvast sum advokatur hjá Advokatfelagnum við Strond 4, skal verða deildarleiðari og taka sær av uppgávum hjá Agip í Føroyum. At advokatur hjá Advokatfelagnum hevur fingið hesa uppgávuna um hendi hevur sum so einki at gera við virksemi hjá fyritøkuni annars at gera. Ad-vokatfelagið tekur sær framhaldandi av uppgávum fyri allar kundar og tað verið seg eisini onnur oljufeløg.
Sosialurin skilur, at síðani italska oljufelagið er vorðið meira virkið á Føroyaøkinum hevur Jógvan Ellefsen, advoktatur hjá Advokatfelagnum tikið sær av uppgávum fyri felagið.
Italska oljufelagið sigur í tíðindaskrivi, at teir eru komnir væl ávegis í sínum kanningum á Atlantsmótinum, nú beint undan 1. útbjóðing við Føroyar. Í veruleikanum kemur avgerðin at lata upp skrivstovu í Føroyum nú aftaná, at felagið í fleiri ár hevur staðið fyri sera nágreiniligum og fjølbroyttum kanningum á føroyska landgrunninum. Við í hesum kanningum eru eisini sera framkomnar geofysiskar mátingar, sum felagið hevur gjørt á ymsum støðum í Føroyum í ár.
Italska oljufelagið, sum telist millum heimsins størstu oljufeløg, metir føroyska landgrunnin at verða eitt týðandi útjaðaraøki leiting á djúpum vatni - við stórum møguleikum fyri at gera fund. Felagið sigur, at tað metir seg vera væl ført fyri at ganga teimum umhvørvisligu og tøkniligu avbjóðingunum, sum eru í økinum, á møti.
Umboð fyri Agip koma til Føroya 14. desember at vitja Oljumálastýrið.
Tað ljóðar annars, at stóra bretska oljufelagið BP Amoco eisini arbeiðir við ætlanum um at lata upp nýggja skrivstovu í Føroyum. Henda verður eftir øllum at døma at liggja rættiliga sentralt í Havnini.
Annars frættist, at umboð fyri amerikanska oljufelagið Anadarco koma til Føroya týsdagin at hava fund við Oljumálastýrið. Ein av ovastu stjórunum í felagnum kemur úr USA til Føroya.










