Myndugleikarnir í Kuba hava tikið fýra italskar blaðmenn og sett teir í varðhald. Italska sendistovan í Havanna hevur fingið boð um, at teir fýra menninir eru tiknir, men sum skilst hava myndugleikarnir ikki sagt, hví teir hava tikið menninar.
Italskir fjølmiðlar siga, at menninir vórðu tiknir í gjárkvøldið, men at ein teirra varð latin leysur nakrar tímar seinni.
Sambært teimum italsku fjølmiðlunum hava teir fýra blaðmenninir verið í Kuba og savnað upplýsingar um eitt drápsmál. Tað snýr seg um eina kubanska gentu, sum hevur viðgingið at hava beint fyri einum pari í Italia fyri einum góðum mánað síðani.










