Italski liðskiparin missir HM

Riccardo Montolivo gjørdist so mikið illa skaddur í vikuskiftinum, at hann ikki sleppur við til HM.

Italia spældi leygardagin venjingardyst móti Írlandi. Úrslitið gjørdist ein málleysur javnleikur.

 

Tað var ein dyggur smeitur hjá Italia, at liðskiparin, Riccardo Montolivo, noyddist av vøllinum á børu. Aftaná varð staðfest at Riccardo Montolivo hevur brotið skinnabeinið og skal hann tí binda frið frá fótbólti í minsta lagi 4 mánaðir.

 

Riccardo Montolivo er ikki tann fyrsti profilurin, ið kemur at missa HM í ár vegna skaða. Aðrir profilar, ið kunnu nevnast eru Ilkay Gundogan úr Týsklandi, Christian Benteke úr Belgia og Theo Walcott, ið leikar fyri Ongland.

 

HM fer av bakkastokki tann 12 juni í Brasil.