Italski landsliðsvenjarin sigur upp

(HM 2014) Cesare Prandelli er ikki longur venjari hjá italska landsliðnum

Í kvøld brast HM dreymurin hjá Italia. Teir taptu 1-0 fyri Uruguay og komu tí ikki úr bólkaspælinum. Púra óvæntað kom Kosta Rika víðari saman við júst Uruguay.

 

Uruguay skuldi vinna á Italia fyri at koma víðari. Tað gjørdu teir við málið í seinasta korterinum av dystinum. Hetta var ov mikið fyri italska landsliðsvenjaran, sum annars longdi sáttmálan bara fáar mánaðar undan HM endaspælinum.

 

- Eg havi tosað við forsetan í fótbóltssambandinum og sagt frá, at eg sigi upp. Fyrireikingarnar vóru ikki nóg góðar, og tað taki eg ábyrgd fyri, sigur Cesare Prandelli.

 

Cesare Prandelli var millum annað venjari, tá Italia í 2011 var á Tórsvølli. Tann dystin vann Italia  - við bit og slit – 1-0.