Italski landsliðsvenjarin Antonio Conte steðgar í sínum starvi sum venjari aftaná EM 2016. Tað boðaði hann frá í dag.
46 ára gamli venjarin tók við starvinum í 2014, aftaná at hann hevði leitt Juventus aftur til toppin í italskum og evropeiskum fótbólti.
Tvey ár tykjast at vera nokk hjá venjaranum, sum nú saknar at standa á odda fyri einum felagi.
- Eg føli, at eg má fara aftur til at vera venjari hjá einum felagi, har eg fái møguleikan at læra frá mær hvønn dag, segði Antonio Conte.
Leysasøgurnar hava leingið sett hann í samband við venjarastarvið í Chelsea, har Guus Hiddink er er fyribils settur sum venjari, aftaná at Jose Mourinho fekk sekkin í desember 2015.










