Italski landsliðsvenjarin fingið sekkin

Tað hevur ligið í luftini síðan Italia varð sligið út av hesum EM-endaspælinum, men fyri løtu síðan boðaði italska fótbóltssambandið sambært BBC alment frá, at landsliðsvenjari Roberto Donadoni hevur fingið sekkin.

Italia vann bara ein dyst í ársins EM-endaspæli, og hetta skapti stórt ónøgdsemi millum italiumenn.

Søgur ganga um, at Marcelo Lippi helst verður nýggjur italskur landsliðsvenjari.