Paris Saint Germain er víðari til hálvfinalurnar í Champions League. Tað komu teir við einum dramatiskum 2-1 sigri á ævintýrakenda Atalanta úr Italia. PSG skoraði bæði málini í yvirtíðini.
Í kvøld hevur fyrsta av fýra fjórðingsfinalum í Champions League endaspælinum verið. Oljuríku fraklendingarnir úr París vóru stórfavorittar móti nýggja stjørnuskotinum í evropesiskum fótbólti, Atalanta. Við Neymar á vøllinum og Kylian Mbappé á bonkinum skuldi ein sigur verið ein sjálvfylgja, men so bleiv ikki.
Eftir 27 minuttir legði Mario Pasalic Atalanta á odda. Síðani bleiv talan um ein dyst, har Paris Saint Germain trýsti og Atalanta royndi at yvirliva. Millum annað bleiv Kylian Mbappé sendur á vøllin, men tað var brasilski miðverjin Marquinhos, sum eftir innlegg frá landsmanninum Neymar javnaði á markinum til 90. minuttin.
Tað sást á øllum brøgdum, at PSG nú hevði yvirvágina og orkuna at blíva við. Tveir minuttir inn í yvirtíðina spældi Kylian Mbappé upp á tvørs til innskifta Eric Maxim Choupo-Moting. Fyrrverandi áleyparin hjá Stoke sendi bóltin í málið og PSG í hálvfinaluna.
Fjórðingsfinalur: August 12-15 (Lisbon)
Atalanta – PSG 1-2 (1-0)
1-0 Mario Pasalic, 27
1-1 Marquinhos, 90
1-2 Eric Maxim Choupo-Moting, 90+2
RB Leipzig vs Atletico Madrid
FC Barcelona – Bayern Munchen
Manchester City – Lyon
Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)
Manchester City/Lyon - Barcelona/Bayern Munich
RB Leipzig/Atletico Madrid – Paris Saint-Germain