Italska løgreglan hevur lagt hald á eina rakett í sambandi við kanningararbeiði við høgravíðgongdum rørslum, ið eru undir illgruna at samstarva við separatistrøslur í Ukraina.
Sambært BBC kom løgreglan fram á eina loftrakett, tá hon gjørdi húsarannsókn í Norðuritalia.
Samstundis fann løgreglan eisini nógv nýnasistiskt propaganda, og hildið verður, at italskir høgravíðgongdir bólkar samstarva við hernaðarligum ukrainskum loysingarrørslum, ið hava stuðul úr Russlandi.
Tríggir mans vórðu handtiknir í sambandi við rannsóknirnar, og hildið verður, at rakettin er úr Katar.
Mett verður, at fleiri enn 10.000 fólk hava latið lív í stríðnum í Eysturukraina síðan 2014, tá russlandsvinarligir ukrainskir separatistar fóru undir at fremja álop móti ukrainska herinum.











