Italska fótbóltsgølan er umfatandi

Leikarar eru sparkaðir úr landsliðshópinum, løgreglan hevur rannsakað húsini hjá millum annað meistaravenjaranum og fleiri leikarar hava verið til avhoyringar. Tað er støðan í italskum fótbólti í dag.

 

Enn ein gøla um avtalað spæl í italskum fótbólti stendur fyri framman. Fyrr í mánaðinum gjørdist greitt, at 25 feløg, har 61 fólk - harav 52 leikarar - hava verið við til at ávirka úrslitið í 33 dystum.

 

Nú eru nøvn komin á fleiri av teimum fólkunum, ið eru undir illgruna fyri at hava verið ein partur av gøluni. Millum annað er Domenico Criscito sendur heim frá EM hópinum, tí hann er undir illgruna. Hann spældi á italska landsliðnum, sum vitjaði á Tórsvølli 2. septembur í fjør.

 

Venjarin hjá italsku meistarunum Juventus, Antonio Conte, hevur somuleiðis verið avhoyrdur í málinum. Í hansara føri hevur løgreglan verið á óbodnari vitjan heima við hús og rannsakað tey. Eisini liðskiparin hjá Lazio, Stefano Mauri, hevur verið til avhoyringar.

 

Italskur fótbóltur varð eisini raktur av eini fótbóltsgølu í 2006, sum millum annað kostaði Juventus meistaraheitið, umframt at felagið saman við Fiorentina og Lazio blivu tvangsniðurflutt.

 

Mynd: PA(Antonio Conte mussar Scudetto steypið, sum Juventus vann í ár)