Italsk fótbóltslegenda er deyð

Italskir miðlar skriva í dag, at Gianluca Vialli er deyður bara 58 ára gamal. Hann hevur verið raktur av krabbameini í tveimum førum

Italskir miðlar skriva í dag, at Gianluca Vialli er deyður bara 58 ára gamal. Hann hevur verið raktur av krabbameini í tveimum førum. Fyrsta í 2017, men kom fyri seg í 2018. Nú rakti krabbameini aftur.

 

Gianluca Vialli er ein legendariskur italskur áleypari, sum spældi við feløgum sum Sampdoria, Juventus og Chelsea. Hann spældi eisini 59 landsdystir fyri Italia.

 

Hann royndi seg sum spælandi venjara í Chelsea í 1998 og 1999, og tók síðani yvir í Watford í eitt stutt tíðarskeið. Síðani hevur hann verið viðmerkjari og var so seint sum í 2021 partur av landsliðsvenjaratoyminum hjá Italia, sum vann EM 2020.

 

Gianluca Vialli var patur av tiltikna liðnum hjá Sampdoria, sum í 1991 vann Seria A. Hetta árið bleiv hann toppskjútti við 19 málum, meðan núverandi italski landsliðsvenjarin, Roberto Mancini, skoraði tólv mál. Tað var við Roberto Mancini á odda, at Italia vann EM í 2021.

 

Eftir tíðina í Sampdoria skifti hann til Juventus, har hann eisini vann italska meistaraheitið. Hann skifti í 1996 til Chelsea. Hetta var ein nógv umtalað skifti, tí tað var ikki so vanligt við italskum spælarum í enskum fótbólti.

 

Um sama mundi skiftur landsmaðurin Gianfranco Zola eisini til Chelsea. Saman við hollendska Ruud Gullit seta teir kulør á enskan fótbólt. Í 1998 bleiv Gianluca Vialli spælandi venjari hjá Chelsea, eftir at Ruud Gullit bleiv koyrdur.

 

Gianluca Vialli bleiv sostatt fyrsti italski venjarin í Premier League. Hann vann millum annað FA Cup, League Cup og UEFA Cup Winners' Cup. Seinni vann makkarin í Sampdoria, Roberto Mancini, Premier League við Manchester City og Gunnari Nielsen í hópinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##