Italski fíggingarstovnurin Fincantieri hevur keypt knappliga 51 prosent av skipasmiðjusamtakinum STX OSV, sum eigur tíggju skipasmiðjur, harav nakrar eru í Noregi.
Keypsprísurin er góðar 3,3 milliardir kronur, sigur NRK.
Fincantieri, sum hevur høvuðsskrivstovu í býnum Trieste, er eitt av teimum størstu skipasmiðjusamtøkunum í heiminum.
Tær norsku skipasmiðjurnar, sum italiumenn nú eiga meirilutan í, eru í Tomrefjord, Aukra, Søviknes og Brattvåg.