Italia vann á skrivaraborðinum

 

Heimasíðan sporten.dk skrivar, at Serbia hevur somuleiðis fingið revsing av UEFA, soleiðis at næsti landsdysturin skal spælast handan stongdar stadiondyr.

Hetta sama skal italska landsliðið eisini gera, hóast tað ikki vóru teirra áskoðarar ið vóru orsøk til ófriðin.

Dysturin millum Italia og Serbia varð steðgaðir eftir seks minuttum, tá italski málmaðurin fekk eitt neyðbluss í høvdið.

 

Tíverri fyri føroyska landsliðið eiga vit ikki tørn at spæla næsta útidystin ímóti teimum.