Tað gjørdist greitt, eftir kappingina í Amsterdam í Hollandi í kvøld.
Eftir eitt slakar fýra tímar langt show kundi Italia fara við sigrinum í Eurovision. Umframt sigursminnið vinnur Italia eisini rættin at skipa fyri kappingini næsta ár.
Eftir at fakdómarar høvdu felt sín dóm, lá Sveis á odda. Tá lá Italia langt aftanfyri. Men tá atkvøðurnar frá hyggjarunum komu, so kollveltist alt. Italia hevði 206 atkøvður frá fakdómarunum og fekk 318 hyggjaraatkvøður og kom tí á greitt fyrsta pláss við 324 atkøvðum.
Tað er fyrstu ferð síðani 1990, at Italia vinnu tónleikakappingina. Hesaferð er tað við einum donskum ískoyti.
Bólkurin Måneskin, sum vann við sanginum »Zitti E Buoni«, hevur, sum navnið bendir á, danskt blóð í æðrunum. Victoria De Angfelis, sum spælir bass í bólkinum, hevur danska mammu og familju í Hørsholm norðan fyri Keypmannahavn.
Danski bólkurin Fyr og Flamme slapp ikki við í endaligu kappingina, tí tey ikki megnaðu at vinna seg víðari í hálvfinaluni við sanginum »Øve os på hinanden«, sum ikki slapp gjøgnum nálareygað.
Italia vann við 524 stigum. Aftast var Bretland við 0 stigum. Frakland var á øðrum plási við 499 stigum, Sveis á triðja plássið 432 og Ísland endað á fjórða plássið við 378 stigum
Fyri teir mongur Eurovision-fjeppararnar var tað gott at síggja eina slíka sangkapping aftur. Í 2019 vann Holland kappingina og skuldi tú havt erið vertur í fjør, men her mátti evropiska tónleikakappingin avlýsast vegna koronustøðuna.
Soleiðis var úrslitið:
1. Italia 524 stig
2. Frankaríki 499 stig
3. Sveis 432 stig
4. Ísland 378 stig
5. Ukraina 364 stig
6. Finnland 301 stig
7. Malta 255 stig
8. Litavia 220 stig
9 . Russland 204 stig
10. Grikkaland 170 stig
11. Bulgaria 170 stig
12. Portugal 153 stig
13. Moldova 115 stig
14. Svøríki 109 stig
15. Serbia 102 stig
16. Kypros 94 stig
17. Ísrael 93 stig
18. Noreg 75 stig
19. Belgia 74 stig
20. Aserbajdjan 65 stig
21. Albania 57 stig
22. San Marino 50 stig
23. Holland 11 stig
24. Spania 6 stig
25. Týskland 3 stig
26. Bretland 0 stig
/ritzau/