Italia vann aftur

Ikki fyrr enn Georgia hevði fingið ein spælara vístan av vøllinum, slapp Italia frá Georgia og vann at enda 3-1. 60.000 áskoðarar vóru til dystin á tjóðarleikvøllinum í Tblisi í Georgia. Italia kom á odda longu eftir 18 minuttir, men lítla løtu seinni javnaði Shashiashvili fyri Georgia. Javna støðan helt sær, til Georgia fekk ein spælara útvístan. So skoraði Carmoranesi til 2-1, og Perotta gjørdi tað til endaliga úrslitið 3-1. Italia hevur nú fingið fótin fyri seg í bólki B og hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar.