Italia letur børn og sjúkar migrantar sleppa í land

– Tilsamans 144 fólk sluppu tíðliga í morgun í land frá bjargingarbáti, sum hevði tikið tey upp í Miðalhavinum.

 

Italsku myndugleikarnir hava givið loyvi til, at ein stórur partur av migrantunum umborð á týska bjargingarfarinum »SOS Humanity 1« kunnu sleppa í land. - Foto: Salvatore Cavalli/Ritzau Scanpix

Italsku myndugleikarnir hava givið loyvi til, at ein stórur partur av migrantunum umborð á einum týskum fari, sum hevði lagt at í havnarbýnum Catania, kunnu sleppa í land.

Men 35 vaksnir menn skulu vera umborð á bátinum.

Tríggjar gentur og eitt smábarn vóru tey fyrstu, sum sluppu land av bátinum »Humanity 1« í Catania. Síðani komu nakrir dreingir, síðani ein nakrir sjúkir vaksnir menn í land.

Matteo Piantedosi, innanríkisráðharri, hevur áður sagt, at tey sum »ikki eru skikkað«, mugu fara úr italskum sjóøki.

– Tilsamans 144 fólk kundu fara í land, sigur tíðindatalskvinnan hjá Humanity, Petra Krischok.

– Hini 35 fólkini sleppa ikki í land, og »Humanity 1« verður tí liggjandi í havnini, sigur hon.

Tríggir aðrir bjargingarbátar, tveir teirra norskir, bíða eftir loyvi at sleppa til lands. Teir hava 900 migrantar umborð, men hava ikki frætt frá italsku myndugleikunum.

Nýggja stjórnin í Italia undir leiðslu av Giorgia Meloni á ytsta høgraveinginum hevur boðað frá, at hon fer at seta hart ímóti hørðum viðvíkjandi migrantum í bátum, sum koma um havið úr Norðurafrika.

Í veruleikanum er tað landið, sum bjargingarbátarnir koma frá, sum hevur ábyrgdina fyri at taka sær av migrantunum.

Tað vil í sambandi við »Humanity 1« vera Týskland.

Italski varaforsætisráðharri Antonio Tajani mælir til eina ES loysn upp á trupulleikarnar við migrantum í bátum. Hann legði uppskotið framí eini samrøðu í sunnudagsblaðnum Il Messaggero.

– Tað er ríkt, at vit taka ímóti sjúkum, kvinnum og børnum. Vit kunnu ikki broyta Miðalhavið til ein kirkjugarð, men vit mugu vita, hvør er umboðr, hvaðani tey koma og hvør hevur tikið tey upp, sigur Tajani.

Teir tríggir bjargingarbátarnir við tilsamans 900 bjargaðum migranum eru »Rise Above«, »Geo Barents« og »Ocean Viking«.

/ritzau/AFP

 

 

 

 

 

 

 

Italsku myndugleikarnir hava givið loyvi til, at ein stórur partur av migrantunum umborð á týska bjargingarfarinum »SOS Humanity 1« kunnu sleppa í land. - Foto: Salvatore Cavalli/Ritzau Scanpix