Italia-kvøld í Smæruni

Virkishúsið Smæran skipaði í kvøld fyri italskum kvøldi

 

 

Virkishúsið Smæran í Klaksvík er eitt tilboð til borgarar yvir 60 ár, har teir kunnu hava ymisk virkistilboð og samveru. Innihaldið skal fremja heilsu, trivna og møguleikar fyri at skapa netverk og vinarbond.

 

Soleiðis stendur m.a. at lesa í endmálsgreinini fyri Virkishúsið Smæran, sum heldur til í kjallaranum í Sambýlinum á Heygum.

 

Smæran er rættiliga virkin og skipar fyri mongum ymiskum tiltøkum teimum 60 +, sum teimum dámar at kalla seg, at frama.

 

Í kvøld varð so skipað fyri italienskum kvøldi, har borðið var væl dekkað, italskur tónleikur og myndir í PowerPoint frá Italia. Inni var annars prýtt við ljósum og øðrum prýði, sum hevur sín uppruna úr Italia.

 

Myndir frá tiltakinum síggjast HER

 

Rudolf Joensen var borðvertur og hevði afturlítandi frásagnir millum teir mongu sangirnar, ið sungnir vórðu av teimum meir enn 50 fólkunum, ið høvdu valt at hugna sær við einum góðum bita í Smæruni.

 

Og matskráin mundi ongan fingið – heilir seks rættir við brellbita, forrætti, suppu, kjøti – Osso Buco av lambi, trý sløg av osti undan kúgva-, geita- og seyðimjólk og so til endans dessertkøku Tiramisu við kaffi afturvið.

 

Tó at fólkini, sum hava sína dagligu gongd í Smæruni sjálvi stóðu fyri matinum og serveringini, so høvdu tey fingið gestakokk úr Tórshavn, Kristianna Rein at leggja teimum lag á hetta serliga kvøldið við serligu matskránni. Kristianna er ættað úr Klaksvík.

 

Jú, við tí matskrá og teimum mongu tilboðum, Smæran hevur at bjóða, ber til at gleða seg til at gerast 60+.

 

Eitt av teirra herrópum teirra er: Eg venji ikki fyri at gerast yngri, men fyri at gerast eldri.

 

Í Torravikuni vera fleiri tiltøk í Smæruni. Fyrilseturin, portrið hjá Frits Johannesen, myndaframsýning við gomlum myndum úr Klaksvík, Jósvein á Hædd greiðir frá sjólívi sínum og eisini er tónleikur á skránni.