Italia hevur í kvøld vunnið seg víðari úr bólkaspælinum í EM-endaspælinum við einum 3-0 sigri á Sveis. Italia var eins sannførandi sum í setanardystinum.
Italiumenn hildu, at teir vóru komnir á odda longu aftaná 20 minuttir, tá Giorgio Chiellini skoraði eftir hornaspark. Tað vísti seg tó eftir eina gjøgnumgongd við VAR, at italski miðverjin hevði brúkt hondina til hjálpar. Tí bleiv málið kolldømt.
Løtu seinni var einki VAR at hjálpa Sveis, tá Manuel Locatelli tætt undir málinum kundi senda flata innleggi frá Domenico Berardi í málið. Sjey minuttir inn í seinna hálvleik økti sami Manuel Locatelli, tá hann meddaði til uttanfyri brotsteigin.
Italia kundi havt skorað fleiri mál, men tað eydnaðist ikki fyrr enn í evstu løtu, tá Ciro Immobile eisini valdi at smekka til uttanfyri brotsteigin. Hetta er annar dysturin upp í salg, at Italia vinnur 3-0. Italia hevur ikki tapt í 29 dystum og hevur ikki latið mál inn í teimum seinastu tíggju dystunum.
Bólkur A:
Italia – Sveis 3-0 (1-0)
1-0 Manuel Locatelli, 26
2-0 Manuel Locatelli, 52
3-0 Ciro Immobile, 89
Støðan:
1: Italia 6
2: Wales 4
3: Sveis 1
4: Turkaland 0