Spania og Italia leiktu í kvøld EM semifinalu. Italia vann seg í EM finaluna eftir brotssparkskapping.
Tað hevur verið nógv prátað um dystin seinastu dagarnar. Flest øll væntaðu ein spennandi dyst millum tvey lið, ið hava hvør sína tilgongd til, hvussu fótbóltur skal spælast. Spanska liðið livdi upp til greiningarnar av hagtølunum, ið blivu gjørdar áðrenn dystin. Teir vóru spælstýrandi, og sótu fullkomiliga á dystinum. Italska liðið dúvaði á skjótálop – nakað ið gav úrslit eftir ein tíma, tá ið Federico Chiesa bleiv spældur leysur uttanfyri spanska brotsteiginum. Høgrivongurin trekti inn í vøllin, og smekkaði bóltin í handara hornið.
Dysturin var annars merktur av einum sponskum liði, ið hóast tað leikti uttan einum rættiligum áleypara, hótti italsku verjuna í millumrúmunum. Spanski venjarin, Luis Enrique, valdi at nýta bóltsnillingin, Mikel Oyarzabal, sum fremsta mann. Oyarzabal var virkin í dystinum, og hann hevði fleiri møguleikar at leggja spanska landsliðið á odda. Størsti møguleiki kom eftir, at Pedri legði eina flata aflevering inn um italsku verjuna, men Oyarzabal misti tamarhald á bóltinum.
Italsku leikararnir tóktust at vera nøgdir við leikgongdina. Teir løgdu seg aftur at verja, eftir at teir vóru komnir á odda. Luis Enrique framdi síðani fleiri broytingar, harav Álvaro Morata var ein av leikarunum, ið komu á vøllin. Júst Morata fekk ógvuliga avgerandi leiklut. Tá ið tíggju minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini, javnaði hann til 1-1. Morata spældi flott saman við Pedri og bleiv sendur leysur við italska málmanninum, har hann var ísakaldur og setti bóltin í netið. Støðan helt sær seinastu minuttirnar, og liðini skuldu tískil leika tvær ferðir fimtan minuttir. Spanska landsliðið helt fram við nógvum bóltflytingum, tó uttan at skapa stórvegis møguleikar. Italska liðið tyktist at halda fast við verjukenda stílinum. Einki mál varð skorað, og dysturin skuldi tískil avgerast við brotssparkskapping.
Fyrstur at skjóta var italski miðvallarin, Manuel Locatelli. Hann fór til bóltin, men spanski málverjin hevði lisið hann av. Síðani brendi Dani Olmo fyri Spania, tá ið hann smekkaði bóltin langt uppum málið. Avgerðin fall, tá ið spanski áleyparin, Álvaro Morata, fór til bóltin og brendi fjórða brotssparkið hjá spaniólum. Gianluigi Donnaruma gitti rætt og bjargaði bóltinum. Síðani kundi Chelsea miðvallarin, Jorginho, avgera semifinaluna við einum ísakøldum brotssparki.
Italia er fyrsti EM 2020 finalistur. Hvørjum Italia skal leika ímóti verður avgjørt í annaðkvøld, tá ið Danmark og Ongland hittast.