Italski samfelagsbygnaðurin er um at detta sundur, og spenningurin millum fólk veksur í hvørjum. Hendan ávaringin kom frá italska forsætisráðharranum, Mario Monti, tá hann helt røðu fyri studentum í býnum Arezzo í dag. Samstundis eggjaði hann italiumonnum til at halda á, sjálvt um tað gongur afturá við búskapinum, og arbeiðsloysið veksur.
Tær seinastu vikurnar hava teir italsku fjølmiðlarnir greitt frá einari røð av sjálvmorðum, og tað eru serliga vinnurekandi fólk, sum gera av við seg. Skattavaldið hevur fingið fleiri brævbumbur, og í fleiri førum hava fólk tveitt heimagjørdar bumbur eftir bygningum hjá skattavaldinum. Eygleiðarar siga, at tað, sum hendir, er at fólk kenna seg kroyst av sparingum og skattahækkingum fyri tilsamans 24 milliardir evrur ella knappar 180 milliardir krónur.
Mario Monti (myndin) bleiv tilnevndur forsætisráðharri síðst í 2011 við teirri bundnu uppgávuni at loysa landsins ovurstóru skuldartrupulleikar. Hann var væl umtóktur ta fyrstu tíðina, eftir at Silvio Berlusconi var farin frá, men síðani hava nógvir italiumenn vent sær ímóti honum, og teir flokkarnir, sum lovaðu at styðja hann, eru vorðnir støðugt meiri atfinningarsamir ímóti honum.