ISW: Putin kann krevja vápnahvíld á páskum

Institute for the Study of War heldur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, við sínum krøvum um vápnahvíld, ynskir at lýsa ukrainar sum teir, ið ikki vilja nærkast samráðingarborðinum.

Kreml kann krevja eina vápnahvíld í Ukraina, tá Russland fer at halda ortodoks páskir hin 16. apríl, sum er vikuskiftið komandi. Hetta gjørdi landið eisini, tá ortodoksu jólini vórðu hildin í januar í ár.

 

Hetta spáar amerikanska greiningarfyritøkan, Institute for the Study of War (ISW), sum vísir á, at russisku myndugleikarnir áður hava lagt upp til vápnahvíld í samband við religiøsar høgtiðir.

 

ISW sigur, at russar serliga leggja upp til vápnahvíld, tá teir hava brúk fyri at ávirka støðuna á hermótinum í Ukraina til egnan fyrimun.

 

Greiningarfyritøkan vísir á, at ein slíkur steðgur hevði givið russisku herliðunum møguleikan at tryggja síni framstig í ukrainska býnum, Bakhmut.

 

- Steðgurin hevði eisini hjálpt russisku herdeildunum at vart seg ímóti ukrainskum álopum, sum eru væntandi í næstum, heldur ISW.

 

Institute for the Study of War heldur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, við sínum krøvum um vápnahvíld, eisini ynskir at lýsa ukrainar sum teir, ið ikki vilja nærkast samráðingarborðinum.