ISW: Kreml-álopið er helst pallsett

Russiskir myndugleikar hava umrøtt hendingina í Moskva sum eitt tilætlað yvirgangsálop úr Ukraina, sum varð vent ímóti forseta landsins, Vladimir Putin.

Amerikanska greiningarstovnurin, Institute for the Study of War (ISW), heldur, at hendingin í russiska høvuðsstaðnum mikunáttina, har bústaðurin hjá Vladimir Putin, forseta, skal vera raktur, helst er pallsett av russum sjálvum.

 

Sjónbandaupptøkur, sum hava verið at sæð í miðlunum, skulu vísa, at Kreml-bygningurin í russiska høvuðsstaðnum verður álopin við dronum.

 

Russiskir myndugleikar hava umrøtt hendingina sum eitt tilætlað yvirgangsálop úr Ukraina, sum varð vent ímóti forseta landsins, Vladimir Putin.

 

Men, ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur sagt, at Ukraina hevur einki við hendingina í Moskva at gera. 

 

Institute for the Study of War heldur, at hendingin, sum helst er pallsett av russum sjálvum, hevur til endamáls at samansjóða russiska fólkið, tí landið nú verður álopið.

 

Vónirnar hjá myndugleikunum í Russlandi eru, at fólk í enn størri mun fara at góðtaka atgerðirnar í Ukraina, og at tað samstundis verður lættari at fáa fólk í kríggj, tí Russland nú verður hótt.

 

ISW heldur í sínari nýggjastu dagføring um Ukraina-kríggið, at tað eru fleiri viðurskifti, sum peika á, at hendingin í Moskva mikunáttina er pallsett av russum sjálvum.