Tað eydnaðist ikki fólkunum frá Tórshavnar býráð at fáa ísin á ísvøllinum nóg tjúkkan til, at vøllurin kundi takast í nýtslu í dag.
Tey ætlaðu at fáa hann at verða einar 10 cm tjúkkan, áðrenn hann kann pussast og takast í nýtslu. Men øll vætan seinastu dagarnir og lýggjan hevur volt, at ísurin bara er einar 6 cm tjúkkur. Eisini er hann sera vátur, og veðrið er beinleiðis ófantaligt.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði við útvarpið, at skráin er óbroytt burtur sæð frá, at vøllurin ikki verður tikin í nýtslu í dag.
Jólatræið verður tendrað klokkan 15:30.










