Tíggju fólk eru deyð og umleið fimtan aftrat hava fingið løstir í eini spreinging í turkiska býnum Istanbul.
Spreingingin hendi í einum umráði í býnum, har nógv ferðafólk vitja.
Turkiskir myndugleikar upplýsa, at talan var um yvirgang, og at tað var eitt sjálvmorðsbumbufólk, ið sprongdi seg í luftina. Tað skrivar norski miðilin VG.
Enn hevur ongin bólkur tikið æruna fyri álopið, men tíðindamaðurin hjá BBC í Istanbul, Mark Lowen, metir, at talan kann vera um fleiri bólkar.
Hann vísir á, at seinastu mánaðirnar hevur ein víðgongdur vinstrahallur bólkur skipað fyri fleiri álopum í Istanbul, umframt at tað hava verið fleiri samanbrestir millum turkiskar herdeildir og kurdiska uppreistrarbólkin, PKK, aftaná ein vápnahvíld millum bólkarnar endaði fyrr í ár.
Harumframt er tað eisini ein møguleiki, at tað er Islamski Staturin, ið hevur skipað fyri álopinum. Turkiska ákæruvaldið metir, at yvirgangsbólkurin skipaði fyri tveimum líknandi álopum í Ankara í oktober, har fleiri enn hundrað fólk doyðu.

Polfoto
Istanbul: Yvirgangur kravt 10 mannalív

Polfoto

Polfoto

Polfoto

Polfoto

Polfoto

Polfoto