Ísrael fremur átak móti Shifa-sjúkrahúsinum

Ísrael hevur heitt á allar Hamas-hermenn á Shifa-sjúkrahúsinum um at geva seg yvir, men Hamas hevur hildið uppá, at tað eru eingi herfólk hjá teimum á sjúkrahúsinum.

Í nátt fór ísraelski herurin undir eitt átak móti Shifa-sjúkrahúsinum í Gazageiranum, og ein palestinskur heilsuarbeiðari sigur við tíðindastovuna, Al Jazeera, at ísraelski herurin nú eru í kjallaranum á sjúkrahúsinum.

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur Al Jazeera.

 

Ísrael hevur heitt á allar Hamas-hermenn á sjúkrahúsinum um at geva seg yvir, men Hamas hevur hildið uppá, at tað eru eingi herfólk hjá teimum á sjúkrahúsinum. 

 

Ísraelski herurin sigur, at tey hava við sær inn á sjúkrahúsið heilsustarvsfólk og fólk, sum tosa arabiskt. Hetta eru fólk, sum hava fingið eina serstaka upplæring í at arbeiða í slíkum umhvørvi, sum eitt sjúkrahús er.

 

Endamálið er ikki at skaða sivilfólk undir einum átaki. Ísrael hevur boðað sjúkrahúsinum frá, at átakið fór at verða sett í verk.

 

Hamas sigur, at 50.000 fólk hava søkt sær skjól á sjúkrahúsinum og kring sjúkrahúsið, sum er hitt størsta í Gazageiranum, og her eru eisini einir 650 sjúklingar.