Ísraelskur heryvirmaður: - Hamas skal takast burtur

- Rýmið, áðrenn vit koma, sigur heryvirmaður í serdeildunum hjá ísraelska herinum.

BBC endurgevur í kvøld ein heryvirmann hjá  ísraelsku serdeildunum, sum sigur, at boðini, sum deildirnar hava fingið, er, at teir skulu fara inn í Gaza-geiran og taka Hamas úr økinum.

 

Ísrael hevur savnað eina hermegi á fleiri enn 360.000 herfólk kring Gaza, og sivilfólk hava fingið boð um at rýma.

 

- Gaza-geirin verður ikki hin sami eftir hetta kríggið, sigur maðurin, sum rópar seg, Michael. Hann er heryvirmaður fyri serdeildunum, og tískil vil hann ikki siga sítt fulla navn.

 

Hann heldur, at øll vita, hvat fer at henda.

 

- Vit fara inn í Gaza og taka Hamas-fólk úr økinum, sigur heryvirmaðurin, sum leggur aftrat, at boðini til sivilfólk um at rýma, eru givin, so fólk, sum ikki eru uppíblandað, kunnu sleppa burtur.

 

Og boðini eru greið:

 

- Rýmið, áðrenn vit koma, sigur Michael, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur Reuters.