Ísraelskt loftálop á Libanon

Tað váttar ísraelski herurin sambært altjóða miðlum

Fleiri eygnavitni høvdu fortalt um eina stóra eksplosiónin í libanesiska høvuðsstaðnum Beirut, og nú hevur ísraelski herurin, IDF, váttað, at talan var um eitt ísraelskt loftálop.

 

Tað skriva altjóða miðlar, m.a. BBC og CNN.

 

IDF sigur, at atsóknin var miðað móti einum Hizbollah-leiðara, sum ísraelski herurin metir hava skipa fyri einum rakettálopi á Golanheyggarnar í vikuskiftinum. Ein fótbóltsvøllur varð álopin, og 12 ísraelsk børn lótu lív í tí alopinum.

 

 

 

Hizbollah hevur higartil noktað, at felagsskapurin hevði nakað at gera við álopið.

 

Støðan í Miðeystri hevur verið sera spent seinastu dagarnar, og fleiri viðmerkjarar hava víst á, at vandi er fyri at kríggið fer at víðka.