Tað var ísraelska Netta, sum vann altjóða sangkappingina við sanginum »Toy«. Tað er fjórðu ferð, at Ísrael vinnur Eurovision-sangkappingina.
Veddingarfyritøkurnar høvdu áðrenn kappingin byrjaði í kvøld kosið Kypros sum stórfavoritt. Seinastu árini hava metingarnar verið langt viðsíðuna av, og so var eisini í kvøld.
Hesi hava vunnið Eurovision-kappingina seinastu 10 árini:
2018: Ísrael, Netta, "Toy".
2017: Portugal, Salvador Sobral, "Amar Pelos Dois".
2016: Ukraina, Jamala, "1944".
2015: Svøríki, Måns Zelmerlöv, "Heroes".
2014: Eysturríki, Conchita Wurst, "Rise Like a Phoenix".
2013: Danmark, Emmelie de Forest, "Only Teardrops".
2012: Svøríki, Loreen, "Euphoria".
2011: Aserbajdjan, Ell & Nikki, "Running Scared".
2010: Týskland, Lena, "Satellite".
2009: Noreg, Alexander Rybak, "Fairytale".
/ritzau/