ST: Ísrael skaðar børn í stríðsøkjum

ST hevur nú sett Ísrael á ein svartalista yvir lond, sum skaða børn

ST, Sameindu Tjóða, hava gjørt av, at Ísrael skal setast á ein svartalista yvir lond, um skaða børn í stríðsøkjum.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at ST hevur tikið hesa avgerð  í dag.

 

ST-aðalskrivarin, António Guterres, kunnaði ísraelskar diplomatar um hetta tíðliga í dag. 

 

Ísraelskir myndugleikar siga, at teir kenna seg ikki aftur í avgerðini hjá ST, og at teir eru skakaðir av hesi tilnevning.