Ísraelsku hernaðarmyndugleikarnir siga í morgun, at ein kommandostøð, sum Hamas hevði ræðið á, er tikin í bardøgum har norðuri í Gazageiranum.
IDF, sum ísraelska verjan verður rópt, sigur, at funnið varð fram til kommandostøðina í flóttafólkaleguni, Jabalia.
Saman við Hamas stríddust eisini jihadistar ímóti ísraelska herinum um ræðið yvir støðini.
- Ísraelski herurin drap terroristar í Jabalia-leguni, tóku nógv vápn og funnu fram til fleiri tunnilsgongir, sigur IDF í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at ein av tunnilsgongunum var beint við ein barnagarð og endaði í einari stórari tunnilsskipan.
- Týdningarmikið tilfar um átøk hjá fíggindanum varð funnið á kommandostøðini, sigur ísraelski herurin, og tað er tíðindastovan NTB sum endurgevur.











