Ísrael sendi stríðsvognar inn í Gazageiran

- Vit oyðiløgdu undirstøðukervi hjá yvirgangsmonnum, verjuskansar og framdu álop í økinum, skrivar ísraelski herurin.

Sambært Reuters hevur ísraelski herurin framt eitt átak innanfyri markið við Gazageiran í nátt.

Á X, fyrrverandi Tvitter, sigur ísraelski herurin, at Ísrael sendi stríðsvognar inn í geiran í einum málrættaðum átaki.

 

Sagt verður, at átakið er framt sum fyrireiking til næsta stig hjá Ísrael í stríðnum við Hamas.

 

Sum partur av átakinum eyðmerktu og lupu ísraelar á nógvar yvirgangsmenn.

 

- Vit oyðiløgdu undirstøðukervi hjá yvirgangsmonnum, verjuskansar og framdu álop í økinum, skrivar ísraelski herurin á X.