Ísrael og USA: Vilst rakett frá yvirgangsfólki rakti sjúkrahús

Fylgisveinamyndir benda á sambært USA; at sjúkrahússpreingingin í Gazageiranum kann standast av eini vilstari rakett.

 

- Foto: Dawood Nemer/Ritzau Scanpix

Ísraelski herurin sigur, at hann hevur prógv fyri, at tann hernaðarligi palistinski bólkurin Islamskt Jihad hevði ábyrgdin av spreingingini á al-Ahli-sjúkrahúsinum í Gazageiranum, har fleiri hundrað fólk doyðu.

Tað var á tíðindafundi í Tel Aviv í dag sambært tíðindastovuni Reuters.

– Prógvini, sum vit deila við tykkum vátta, at spreingingin á sjúkrahúsinum í Gaza var av eini rakeit frá Islamiskt Jihad, sum fór skeivt og ikki rakti mál sítt, sigur Daniel Hagari, talsmaður fyri herin hjá Ísrael.

Tey boðini vórðu í dag stuðlað av amerikanska forsetanum, Joe Biden.

Á tíðindafundi í Tel Aviv sigur hann sambært Reuters, at spreingingin sannlíkt er av eini vilstari rakett.

– Grundað á hesa kunning, sum vit hava sað í dag, sær tað út til, at tað er av eini vilstari rakett frá einum yvirgansbólki í Gaza, sigur Biden.

Akrienne Watson, sum er talskvinna hjá amerikansak trygdarráðnum, sigur, at metingin millum annað er grunda á fylgisveinamyndir.

Sambært ísraelska herinum vísa bæði ljóðupptøkur og video frá sjúkrahúsinum, at ein rakett frá Islamiskum Jihad var orsøk til spreingingina.

Herurin hevur almannakunngjørt eina ljóðupptøku, sum hon heldur uppá er »samskifti millum yvirgangsfólk, sum tosar um rakettir, sum fóru skeivt og ikki raktu málið«.

Harumframt vísir video frá økinum sambært Ísraelski herurin, at tað ikki kann hava verið talan um loftálop – altso um bumbur, sum eru tveittar frá einum flogfarið. Um tað er støðan, høvdu oyðilegginginarnar verið størri, verður sagt. 

– Tað er einki bumbuhol – einki, sum kann benda á loftálop, sigur ísraelski herurin.

Ísraelski herurin vísir eisini á, at tað ikki eru hendir strukturellir skaðar á bygningar í grannalagnum, sum eftir øllum at døma ikki er rakt beinleiðis.

Ísraelski herurin sigur við The New York Times, at sjúkrahúsið ikki er eitt »hernaðarmál« fyri Ísrael.

Herurin leggur afturat, at Hamas ger ov nógv av um talið av deyðum og særdum í sjúkrahússpreingingini.

Talið av deyðum í sjúkrahússpreingingini er sambært palestinsku heilsumyndugleikunum minst 471. Onnur 300 skulu hava fingið skaða.

Islamskt Jihad hevur víst aftur at tey hava ábyrgdina av spreingingini.

– Tað er lygn og púrt uppsinn – tað er fullkomiliga skeivt. Hersetararnir royna at fjala sína ræðuliga brotsgerð og hópdráp á sivil, segði Daoud Shehab, talsmaður fyri Islamist Jihad, sambært Reuters.

Hernaðarligur bólkurin Hamas hevur harumfamt sagt, at »óhoyrdu lygnirnar hjá Ísrael ikki lumpa nakran«, skrivar Reuters.

Ísraelski herurin sigur, at ísrael ikki hevur skotið eftir nøkrum í dag, hvørki á landi, havinum ella luftini, sum raktu sjúkrahúsið.

Ísraelski herurin heldur, at radarskipanin hinvegin avdúkar, at tað vórðu sendar rakettir frá einum øki nærindis sjúkrahúsinum.

– Radaraskipanin hjá okkum sporaði rakettir sendar av yvirgangsfólki úr Gaza tá spreingingin hendi, og greiningar av banunum hjá rakettunum vísa, at tær vóru sendar úr einum stað nærindis sjúkrahúsinum, sigur Daniels Hagari, talsmaður, sambært AFP.

Tað erí dag bara ísraelski herurin, sum hevur mett um próvtilfarið hjá Ísrael og um tyngd og trúvirði.

/ritzau/Reuters

 

 

 

- Foto: Dawood Nemer/Ritzau Scanpix