Ísrael og Hamas eru nú samd um eina avtalu, sum skal tryggja, at neyðhjálp og heilivágur kemur til Gazageiran.
Tað sigur uttanríkisráðharrin í Qatar sambært tíðindastovuni, Reuters.
Avtalan fevnir um bæði neyðhjálp til palestinar og heilivág til ísraelskar gíslar, sum Hamas hevur í Gazageiranum.
Neyðhjálpin verður flutt úr Doha mikudagin, sum er í morgin, til Al-Arish í Egyptalandi, har hjálpin fer víðari til Gazageiran.
Reuters veit at siga, at tað eru Qatar og Frakland, sum hava meklað millum Ísrael og Hamas um neyðhjálpina.