Í Ísrael hevur Ehud Barak, verjumálaráðharri, góðkent, at flogvápnið kann keypa 20 nýggj jagaraflogfør úr USA, og tekur stjórnin undir við avgerðini, verða flogførini keypt, skrivar AP.
Ísraelska flogvápnið hevur í seinastuni arbeitt við at keypa nýggj flogfør og hevur nú mælt politikarunum til at keypa 20 flogfør av amerikanska slagnum Joint Strike Fighter F-35, sum verður mett at vera tað mest nútímans jagaraflogfarið, sum er á marknaðinum í løtuni.
Tey fyrstu flogførini verða tó ikki liðug fyrr enn í 2015.
Sambært ísraelskum fjølmiðlum skal Ísrael rinda í minsta lagi 2,75 milliardir dollarar ella einar 16 milliardir krónur fyri tey 20 flogførini.