Ísrael hevur skorað kloddamál

Í fyrra hálvleiki hevur munurin ikki verið størri, enn at Føroyar hava møguleika at svara aftur í einna hálvleiki

Tað er hálvleikt í Ísrael, har Føroyar í kvøld spæla síðsta dystin í hesi HM undankappingini.

 

Støðan er 1-0 til  Ísrael. Málið varð skorað, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Tað var við brotssparki, sum franski dómarin bríkslaði fyri, eftir at hann í fitta løtu hevði granskað VAR støðu. Henda var, tá ið bólturin eftir nærdyst nært armin á raska miðverjanum Odmar Færø.

 

-Um reglarnir eru soleiðis, at spælarin skal skrúva armin av fyri ikki at gera brotsspark, so var hatta brotsspark, men vit fjala ikki, at vit eru øgiliga misnøgdir við hatta brotssparkið, segði hjálparvenjarin Eli Hentze á veg út til hálvleikssteðg við Símun Christian Olsen hjá Kringvarpi Føroya.

 

Ísraelar hava verið meiri á bóltinum enn føroyingarnir, men okkara menn hava í longri løtum, enn teir ofta áður hava, havt tak á bóltinum. Trupulleikin er, at tað ikki í fyrra hálvleiki er eydnast at vinna spentar støður og upplagdar málmøguleikar. Um tað skal eydnast, so er neyðugt at fáa fleiri føroyskar spælarar í brotsteigin.

 

Umframt kloddaliga brotssparkið, sum franski dómarin bríkslaði fyri, eftir at hann hevði studerað VAR, so hava heimamenninir havt ein góðan málmøguleika, men tá bjargaði Gunnar Nielsen sera væl við beinparadu.