Í dag veit tíðindastovan AFP at siga, at ísraelskar deildir nú hava tikið ræðið á tjóðartinginum í Gaza býi.
Ísrael sigur, at teirra herdeildir nú eisini hava eftirlitið við øðrum myndugleikastovnum og høvuðsstøðini hjá løgregluni í býnum.
Tað eru nú nakrar vikur síðan, at Ísrael leyp á Gaza.
Hetta hendi eftir, at Hamas hin 7. oktober skeyt nakrar túsund rakettir eftir málum í Ísrael og tóku fleiri enn 200 gíslar.
Gíslarnir vórðu fluttir til Gazageiran, har roknað verður við, at teir verða hildnir aftur í onkrum av kilometra longu tunlunum.
Umleið 1200 fólk í Ísrael lógu eftirá í Hamas-álopunum, og í Gaza siga Hamas-myndugleikarnir, at her hava fleiri enn 11.000 fólk latið lív.











