Ísraelska flogvápnið hevur í dag lopið á tveir av høvuðs flogvallunum í Sýrialandi.
Tað sigur ríkisriknað sýriska sjónvarpið, og tað er tíðindastovan AFP sum endurgevur.
Sjónvarpsrásin veit at siga, at lopið hevur verið á flogvallirnar í høvuðsstaðnum, Damaskus og í Aleppo.
- Sýriska stjórnin situr væl um sátt við Iran, sum hevur hálovað Hamas-álopunum á Ísrael.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at ísraelska flogvápnið nógvar ferðir hevur lopið á mál í Sýria.
- Hetta eru mál, sum Ísrael metir hava tilknýti til Iran, men tað er sjáldan, at Ísrael váttar slík álop, verður lagt aftrat.











