Ísrael hevur av misgávum skotið tríggjar gíslar

- Hetta er ein sorgarleikur, og IDF hevur fulla ábyrgd av hendingini, sigur talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Daniel Hagari.

Tríggir ísraelskir gíslar, sum hava verið hildnir aftur í Gaza, eru av misgávum skotnir av ísraelskum hermonnum.

 

Tað sigur talsmaðurin hjá ísraelska herinum (IDF), Daniel Hagari, við Times of Israel. 

Lagt verður aftrat, at ísraelski herurin tekur fulla ábyrgd av hendingini, og at ein kanning verður sett í verk.

 

- Hetta er ein sorgarleikur, og IDF hevur fulla ábyrgd, sigur talsmaðurin, Daniel Hagari.

 

Talsmaðurin vísir á, at hendingin fór fram í einum øki, har ísraelsku hermenninir møttu fleiri yvirgangsfólkum.

 

- Millum yvirgangsfólkini vóru eisini fólk við sjálvmorðsbumbum.

 

Talan var um skotbardagar millum stríðandi partarnar í økinum Shejaiya har norðuri í Gaza.

 

- Hermenninir hjá okkum hildu, at gíslarnir vóru ein hóttan, sigur talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Daniel Hagari.

 

##med2##

 

 

 

Gíslarnir, sum vórðu skotnir av ísraelskum hermonnum, vóru Samar Talalka, Yotam Haim og Alon Shamriz.