Ísrael fremur nýggj álop í Gaza

Ísraelska verjan váttar yvirfyri Reuters, at Ísrael í kvøld fremur loftálop í Gazageiranum.

 

 

Í kvøld hevur Ísrael aftur lopið á mál í Gazageiranum. Hetta eru fyrstu loftálopini, síðan vápnahvíld varð lýst millum stríðandi partarnar - Ísrael og Hamas - hin 21. mai í ár.

 

Sambært ísraelskum keldum eru álopini í kvøld hevnd fyri, at eldballónir eru sendar úr økjum í Gaza, sum Hamas hevur ræðið á.

 

Ísraelska verjan váttar yvirfyri Reuters, at Ísrael í kvøld fremur loftálop í Gazageiranum.

 

Í stríðnum millum partarnar í mai, sum vardi í 11 dagar, doyðu sambært útlendskum keldum tilsamans 260 palestinar og 13 ísraelar.

 

Ísraelska verjan sigur í kvøld, at álopini vórðu vend móti hernaðarstøðum hjá Hamas í býunum, Khan Younis og í Gaza býi, og álopini vóru hevnd fyri, at eldballónir eru sendar úr Gaza fyrr í dag.

 

Sambært Times of Israel hava ísraelsk sløkkilið sagt, at ballónirnar hava elvt til 26 eldar í ísraelskum bygdum og økjum nær markinum til Gazageiran.

 

Nýggi ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, hevur sambært Reuters sagt, at slíkar eldballónir skulu hevnast eins væl og rakettir, sum sendar verða úr økjum, sum Hamas ræður yvir.

 

- Ísraelska verjan er búgvin til alt, sum kann henda - eisini til eina uppafturtøku av stríðnum, tá slíkar yvirgangsatsóknir úr Gaza halda fram, sigur ísraelska verjan sambært útlendskum miðlum í nátt.

 

Sambært einari radiostøð, sum verður rikin av Hamas, hava ísraelskar rakettir eitt nú rakt eina palestinska venjingarlegu í Gazageiranum, og sambært Reuters hava spreingingar eisini verið at hoyrt í Gaza býi.