Ísrael drepur leiðaran hjá Hizbollah í Beirut

Sambært Ísrael er Suhail Hussein Husseini dripin í einum ísraelskum álopi á høvuðsstaðin í Libanon, Beirut

Roykur yvir sunnara útjaðaranum í Beirut í gjár. - Mynd: Mohamed Azakir/Reuters

Suhail Hussein Husseini, sum er leiðari fyri høvuðssætið hjá Hizbollah í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, og sum er partur av Jihadráðnum hjá sjia-hermonnunum, varð dripin í einum ísraelskum álopi mánadagin.

Tað sigur ísraelski herurin í morgun í eini almennari fráboðan til tíðindastovuna Reuters.

Sambært Ísrael fór atsóknin fram í gjár sum liður í einum álop á Beirut.

Hizbollah hevur hvørki váttað ella avsannað, at Ísrael átti at dripið Husseini.

Sambært ensktmælta ísraelska miðlinum The Jerusalem Post hevði Husseini millum annað eitt pláss í jihadráðnum hjá Hizbollah, sum er tekur avgerðir hjá rørsluni fyri vápnaða partin av Hizbollah.

The Jerusalem Post skrivar, at Husseini millum annað hevur havt ábyrgdina av at fáa hernaðarhjálp úr Iran og verið við til at býta hana út til herdeildirnar hjá Hizbollah.

Høvuðssætið, sum Husseini hevði ábyrgdina av, var eitt logistikkhøvuðssæti, skrivar Times of Israel.

Tað hevði eftir øllum at døma ábyrgdina av millum annað fíggjarætlanini hjá ymiskum Hizbollah-eindum.

Politiska og hernaðarliga libanesiska rørslan Hizbollah og Ísrael hava í nærum eitt ár nærum dagliga framt álop móti hvørjum øðrum hinumegin markið.

Men seinastu vikurnar hevur Ísrael munandi økt um álopini móti rørsluni og millum annað dripið ovasta leiðaran, Hassan Nasrallah.

Tað hendi í einum stórum loftálopi móti sunnara útjaðaranum av høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, 28. september.

Síðani er Ísrael eisini komið inn í Libanon á landi.

Ísraelski herurin hevur lýst tað sum ein "lokaliserað, avmarkað og miðvíst" átak, men hevur støðugt økt um umfangið.

 

/Ritzau/

 

Roykur yvir sunnara útjaðaranum í Beirut í gjár. - Mynd: Mohamed Azakir/Reuters