Íslendskur sangskrivari vitjar

Íslendski Guðmundur R framførir á Summar Festivalinum

 

Guðmundur R er singer/songwriter úr Neskapustaði í Íslandi. Hann hevur útgivið tvær plátur, sum hava fingið sera góð ummæli í íslendskum miðlum. Onkur av sangunum hava verið á íslendska hitlistanum og hava verið nógv spældir í útvarpi.

 

Tónleikurin hjá Guðmundur R fær íblástur úr áttati árunum og bólkum sum The Cure, The Smiths og Echo and the Bunneymen.

 

Nú kemur Guðmundur R fyri fyrstu ferð til Føroya at framføra. Bólkurin Coney Island Babies spælir saman við Guðmundur R, sum verður at hoyra í stóra Tjaldinum, har hann fer at spæla íslendskar sangir av seinastu útgávu sínari, »Túsund ár«.

 

Guðmundur R spælir í Tjaldinum leygardagin.