Uppflytararnir úr Queens Park Rangers eru nær við at keypa ein íslendskan áleypara til komandi kappingarár.
Talan er um íslendska áleyparan, Kollbein Sigthórsson, ið seinastu árini hevur spælt fyri Ajax Amsterdam.
Prísurin fyri íslendska áleyparan verður mettur at liggja um góðar 45 milliónir krónur.
Kollbein Sigthórsson hevur góð hagtøl fyri íslenska landsliðið, tí í 23 landsdystum fyri Ísland, hevur hann megnað at skotið mál heili 15 ferðir.
Kollbein Sigthórsson er 24 ára gamal.









