Trýst frá útheiminum hevur elvt til, at íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, mælir til, at íslendingar skera niður á talið av hvalum, ið verða veiddir hvørt ár. Tað ger hann greitt í samrøðu við íslendska miðilin Skessuhorn.
- Vit í uttanríkisráðnum hava royndirnar frá fundum, har vit uppliva keðiligu sjónarmiðini móti íslendsku hvalaveiðuni. Vit hava sum heild eitt gott samstarv við USA, men hvalaveiðan spennir fót á nøkrum økjum.
- Ísland er ikki bjóða til ávísar fundir og ráðstevnur, ið viðgera ymisk viðurskiftir viðvíkjandi høvunum. Eg meti tó, at støðan er í fer við at broytast, samstundis sum vit royna at finna loysnir og greiða frá okkara sjónarmiðum, tó uttan at lítilsgera sjónarmiðini hjá øðrum.
- Vit eiga ikki at uppgeva okkara rætt at gagnnýta okkara tilfeingi eins og onnur. Men vit eiga at ganga ynskjunum hjá Altjóða hvalaveiðunevndini á møti, við til dømis at minka um talið av hvalum, ið vit veiða hvørt ár.
Í ár hava íslendsku myndugleikarnir givið loyvi til at veiða 154 nebbafiskar og 229 sildrekar.