Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson er í hesum døgum á vitjan í Føroyum í samband við 30 ára hátíðarhaldið hjá Útnorðurráðnum.
Í samband við hátíðarhaldið fekk Grímsson handað eina heiðursgávu fyri sín holla stuðul til virksemi hjá Útnorðurráðnum.
Í gjár legði íslendski forsetin leiðina framvið hjá Tórshavnar kommunu, har borgarstjórin, Heðin Mortensen, skipaði fyri móttøku.
Í fylginum hjá íslendska forsetanum hendan dagin, vóru eisini íslendski aðalkonsulin og skrivstovustjórin, umframt løgmaður og løgmansstjóri.