Íslendski forsetin fagnar føroyskum stjóra

Í sambandi við at íslendski forsetin Guðni Jóhanneson og frú Eliza Reid hava verið á stjórnarvitjan í Danmark 24. og 25. januar, hevði hann eina serliga heilsan til Karina Elsbudóttur, stjóra á Norðurbryggjuni.

 

Við sær hevði hann forsetans íslendska heiðursmerkið HEIÐURSPENINGUR FORSETA ÍSLANDS sum viðurkenning fyri tað dygdararbeiði, sum Karin Elsbudóttir í nógv ár hevur útinnt á Norðurbryggjuni fyri m.a. at fremja íslendska mentan og list í Keypmannahavn.

 

Í gjárkvøldið var Norðurbryggjan karmur um stórfingna veitslu, har forsetin var vertur fyri móttøku fyri innbodnum gestum úr bæði Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Heiðursgestir vóru Margreta drotning og Heindrikur prinsur, og kongahúsið var væl umboðað við krúnprinsaparinum, Joakim prinsi og Marie prinsessu umframt Benedikte prinsessu. Eisini vóru hægstu umboð fyri stjórnirnar í Danmark og Grønlandi til staðar saman við navnframum listarfólkum og øðrum.

 

Karin Elsbudóttir hevur starvast á Norðurbryggjuni síðani 2000. Frá 2004 til 2011 sum mentanarstjóri og varðastjóri og síðani 2011 sum stjóri. At fáa heiðursmerki frá øðrum landi enn sínum egna heimlandi verður mett at vera ein serligur heiður.

 

Á myndini sæst Karin Elsbudóttir við íslendska heiðursmerkinum á føroyska tjóðbúnanum taka ímóti íslendsku forsetahjúnunum til mótøkuna á Norðurbryggjuni í gjárkvøldið.

Foto: Klaus Holsing