Íslendska stjórnin misti meirilutan

Altingsvalið í Íslandi í gjár broytti samansetingina í Altinginum rættiliga nógv. Fyrstu tølini vísa, at stjórnarstamstarvið millum Sjálvstaðisflokkin og Framsóknarflokkin ikki longur hevur meirilutan í íslendska tinginum. Hinvegin vann alternativi flokkurin, Pirtararnir, stórt og fóru frá 5,1 prosenti av atkvøðunum til 13 prosent.

 

Stjórnin hevði 38 av teimum 63 sessunum í Altinginum.

 

Tey Vinstru-Grønu hava vunnið fýra tingsessir afturat. Framgongdin hjá teimum var 3,9 prosent. Stóri taparin er Framsóknarflokkurin, sum hevði forsætisráðharran. Flokkurin fór úr 19 tingsessum niður í 8. Afturgongdin var 14 prosent.

 

Annar stórur tapari er íslendski Javnaðarflokkurin. Hann fekk bara 6,1 prosent av atkvøðunum, sum er ringasta úrslitið hjá flokkinum nakrantíð. Afturgongdin var 6,8 prosent.

 

Nýggi miðflokkurin Viðreisn vann eisini stórsigur. Flokkurin fekk 10,3 prosent av atkvøðunum og seks tingfólk.

 

Piratarnir, tey Vinstru-Grønu, Bjørt Framtíð og Javnaðarflokkurin kunngjørdu fyri valið, at tey fóru at skipa stjórn eftir valið, vunnu tey meirilutan. Piratarnir vunnu tó ikki so nógv, sum kanningarnar vístu. Hesir fýra flokkarnir hava sambært fyribils tølunum vunnið 28 sessir av teimum 63 í Altinginum.

 

Valhølini lótu aftur klokkan 22, og enn verður talt. Tey fara at telja í alla nátt. Endaliga úrslitið væntast ikki fyrr enn tíðliga í morginári.

 

Til ber at fylgja uppteljingini VIÐ AT TRÝSTA HER