Patrik Johannesen hevur avrikað framúr væl í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við Keflavik, har hann hevur skotið 10 mál í 20 dystum.
Hetta er ikki farið framvið hjá fremstu liðunum í Íslandi, og nú vil Breiðablik, ið er staðfestur íslendskur meistari keypa Patrik fyri at styrkja um hópin.
Fótbolti.net skrivar, at í Keflavík hava tey ein sáttmála við Patrik, ið eisini er galdandi fyri kappingarárið i 2023, og Keflavík staðfestir ikki nakra sølu av Patriki.
Keflavík var spátt av serfrøðingunum at flyta niður, men m.a. takkað verið Patriki og góða avrikið hansara hevur Keflavik fyri langari tíð síðani bjargað plássinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.